Uttanlands

Keir Starmer leggur frá sær

Hann verður verandi í sessinum, til Labour hevur funnið nýtt forfólk

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer uttanfyri Downing Street 10 fyri løtu síðani, har hann boðaði frá, at hann leggur frá sær (Mynd: Jack Taylor/Reuters/Ritzau Scanpix)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer uttanfyri Downing Street 10 fyri løtu síðani, har hann boðaði frá, at hann leggur frá sær (Mynd: Jack Taylor/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-06-22 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer hevur júst boðað frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour, og at hann hevur boðað Charles kongi frá hesum.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar í morgun.

– Spurningurin, sum flokkurin hjá mær setur nú, er um eg eri tann rætti, sigur Starmer og leggur afturat, at hann hevur hoyrt svarið.

– Eftirmaður mín fær mín fulla stuðul, sigur Starmer, sum hevur verið bretskur forsætisráðharri síðan 5. juli 2024.

Starmer hevur verið undir stórum trýsti seinastu tíðina, og fekk flokkurin eitt vánaligt úrslit á økisvalinum í mai. Síðan hava fleiri politikarar úr flokkinum heitt á Starmer um at leggja frá sær sum formann.

Keir Starmer sigur, at hann fer ikki frá alt fyri eitt men verður verandi í formanssessinum, inntil nýtt forfólk er funnið.

Fólk kunnu bjóða seg fram frá 9. til 16. juli, áðrenn bretska tjóðartingið fer í summarfrí, og ætlanin er, at eftirmaðurin hjá Starmer er funnin, áðrenn tjóðartingið kemur aftur úr summarfrí í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder