2024-07-05 13:58

61 ára gamli Labour formaðurin Keir Starmer er nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.
Hann hevur í dag verið hjá Charles kongi á Buckingham Palace. Á tjóðartingsvalinum í gjár fekk arbeiðaraflokkurin Labour greiðan meiriluta í Undirhúsinum við 412 sessum. Tilsamans 650 sessir eru.
Konservativi flokkurin gekk aftur við 250 tingsessum, og formaðurin Rishi Sunak legði í morgun frá sær sum forsætisráðharri.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald