Í Bretlandi eru tey við at vera liðug at telja atkvøðurnar eftir tjóðartingsvalið, sum var í gjár.
Nú 648 av teimum 650 valdømunum eru liðug upptald, er greitt at arbeiðaraflokkurin Labour fær 412 sessir í Undirhúsinum. Hetta er 211 tingsessir fleiri enn á valinum í 2019.
Konservativi flokkurin, sum hevur sitið við valdið seinastu 14 árini, gongur 250 sessir aftur, og gerst næststørsti flokkur við 121 tingsessum.
Uttanfyri stjórnarskrivstovuna í Downing Street 10 í morgun (Mynd: EPA)
Sostatt er greitt, at bretar fáa nýggjan forsætisráðharra fyri Rishi Sunak, sum síðan oktober 2022 hevur sitið í Downing Street nummar 10. Formaðurin í Labour, Keir Starmer, verður nýggjur forsætisráðharri, og tað verður hann helst longu seinni í dag.
- Broytingin byrjar nú. Eg noyðist at vera erligur, tað kennist væl, segði Keir Starmer á valfundi í London tíðliga í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald