
14 tilburðir vórðu staðfestir í Føroyum í gjár. Níggju tilburðir vórðu staðfestir við komu til Føroya, og fimm eru partur av kendari smittuketu í Føroyum.
Átta av tilburðunum, sum vórðu staðfestir við komu, eru í kekkiska hondbóltslandsliðnum, sum eftir ætlan skuldi spæla landsdyst móti Føroyum í kvøld.
Hinir fimm tilburðirnir vóru partur av kendari smittuketu í Føroyum.
Seinasta samdøgrið eru 11 fólk staðfest frísk aftur eftir at hava verið smittað við covid-19, og tískil eru nú 61 fólk við korona í Føroyum. Kekkisku leikararnir, sum telja við í føroysku hagtølunum, eru farnir av landinum í dag, so rætta talið er í grundini 53 fólk.
1854 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Ein deyður við korona
Fyrrapartin boðaðu heilsumyndugleikarnir frá, at ein 68 ára gamal var deyður við korona. Viðkomandi var í desember innlagdur á Landssjúkrahúsinum fyrst í desember við aðrari álvarsligari sjúku enn korona, og varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald