Seinastu dagarnar hava leinkjur av einum sprundi í vøkrum umhvørvi í Føroyum ferðast millum føroyingar. Men hetta er ikki vanligu dreymakendu myndirnar, vit vanliga síggja úr Føroyum. Í øllum førum er hetta dreymakent á ein annan hátt.
Talan er um eina úrlatna modell, og tað er helst fyrsti pornofilmurin, sum er tikin upp í Føroyum. Modellin er Melissa Mendiny úr Kekkia, og framleiðarin er InTheCrack.
Óvist er, nær upptøkurnar eru gjørdar, tí hóast hon stendur júst sum hon er skapt, í nógva vindinum á vestantil á Suðuroynni, tykist kuldin ikki at níva hana. Helst hevur tað verið í summar.
Í leinkjunum, sum hava ferðast millum føroyingar stendur nektaða sprundið á Lopranseiði við Beinisvørði í baksýni, og í einari aðrari upptøku uttan fyri Selvík í Vágum við Tindhólmi í baksýni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald