Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja kekkiska stórfilmin “Il Boemo”. Virðislønti filmurin er um best umtókta operatónaskaldið í italska 1700’talinum, Josef Mysliveček, ið var mentor hjá Mozart.
“Il Boemo” er eitt tónlistaligt avrik um tónaskaldið Josef Mysliveček (1737-1781), ið beint nú er kosið besti kekkiski filmur, sum byggir á besta handrit. Fyri avrikið fekk “Il Boemo” tvær gyltar kekkiskar leyvur, sum er fremsta filmsvirðisløn har í landinum.
Tað er leikstjórin Petri Václav (f.1967), ið tvær ferðirnar fyrr hevur vunnið sama heiður, ið nú sigur okkum søguna um kekkiska tónaskaldið Josef Mysliveček, sum var føddur í Prag í 1737, og hóast hann var mentor hjá Mozart, doyði fátækur í Rom bara 43 ára gamal. Tá hevði Mysliveček skrivað 30 operair, seks symfoniir og tólv strúkikvartettir.
“Il Boemo” er eitt ævisøguligt drama, sum í stórari skreytuppseting lýsir tónaskaldið, sum hóast ídni og tætta knýtið til Mozart, í dag er teim flestu ókent.
Umframt hugtakandi klæði og filmstøð, vekir stórbæri tónleikurin hjá Josef Mysliveček nýggjan áhuga fyri og gevur innlit í ókenda lívið hjá best umtókta operatónaskaldinum í italska 1700’talinum.
Elsta filmstíðarritið, Variety, ger eisini vart við, at veruligar operastjørnur medvirka í nýggja filminum “Il Boemo”, sum verður sýndur við donskum undirteksti í Havnar Bio mikukvøldið 10. apríl kl. 20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald