Finnland og Svøríki fara væntandi at søkja um limaskap í verjusamgonguni Nato í summar. Tað upplýsa keldur úr amerikonsku stjórnini til bretska blaðið The Times, sambært tíðindastovuni Reuters.
Møguligi limaskapurin varð umrøddur á fundi millum uttanríkismálaráðharrar í teimum 30 Nato-londunum í farnu viku, og tá vóru uttanríkismálaráðharrar úr Finnlandi og Svøríki eisini bjóðaðir við.
Væntandi fer Finnland at søkja um limaskap í juni, og Svøríki fer væntandi at gera tað sama seinni.
Meirilutin fyri Nato-limaskapi
Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er beinleiðis orsøk til, at tey bæði londini ynskja at gerast partur av Nato. Annars hava borgarar úr báðum londum verið ímóti hesum í fleiri áratíggju.
Meiningakanningar í Finnlandi vísa m.a., at nærum 60 prosent av fólkinum nú tekur undir við, at landið gerst limur í Nato. Tað er tvífalt so nógv sum áðrenn kríggið í Ukraina.
Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin segði fríggjadagin, sambært Ritzau, at ein avgerð verður tikin ein av komandi mánaðunum.
– Fer ikki at bøta um støðuna í Evropa
Um Finnland og Svøríki fara uppí Nato fer tað tó ikki at bøta um støðuna í Evropa – um tú spyrt Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.
Sambært honum er Nato ein felagsskapur, sum leitar eftir uppgerð.
– Vit hava fleiri ferðir sagt, at Nato-samgongan fer at verða eitt amboð rættað móti konfrontatión, og ein víðkan av henni fer ikki at gera støðuna betri á evropeiska meginlandinum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald