Uttanlands

Keldur: Justin Trudeau fer at leggja frá sær

Tað verður væntandi áðrenn flokkurin hevur landsfund mikudagin

Justin Trudeau hevur verið formaður í liberala flokkinum síðan 2013 og forsætisráðharri í Kanada síðan 2015 (Savnsmynd)

Justin Trudeau hevur verið formaður í liberala flokkinum síðan 2013 og forsætisráðharri í Kanada síðan 2015 (Savnsmynd)

2025-01-06 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, fer at leggja frá sær sum formaður í liberala flokkinum, og tað kann henda longu í dag, siga keldur við kanadiska blaðið The Globe and Mail. 

Keldurnar siga seg ikki vita júst nær Trudeau fer at boða frá, at hann leggur frá sær, men tað verður væntandi áðrenn flokkurin hevur landsfund mikudagin.

Liberali flokkurin hevur seinastu árini strídst við minkandi undirtøku, og veljarakanningar hava víst, at flokkurin fer at tapa kanadiska tjóðartingsvalið, sum skal ver aí seinasta lagi 20. oktober í ár. Fleiri floksfelagir hava tí seinastu mánaðirnar heitt á Trudeau um at fara frá.

Í september fall eitt misálit móti Trudeau við 211 atkvøðum ímóti og 120 fyri. Hevði hann tapt, hevði Trudeau verið noyddur at lagt frá sær og útskriva val.

Tað er ógreitt, um Trudeau fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri alt fyri eitt, ella um hann verður verandi í sessinum, til liberali flokkurin hevur funnið nýtt forfólk.

53 ára gamli Justin Trudeau hevur verið formaður í liberala flokkinum síðan 2013 og forsætisráðharri síðan 2015.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder