2020-09-09 16:55
Á konsertini í Spaniastovu í Klaksvík í kvøld verður tað føroyavinurin Thomas Loefke, sum framførir harputónar úr keltiskari miðøld og nýskrivaðan tónleik við íblástri úr føroyska landslagnum.
Thomas Loefke fer at geva lurtarum møguleika at hvíla oyruni við sera mildum og sorgblíðum tónleiki, samstundis sum ljósmyndir verða vístar.
Harputónar í miðviku í Føroyum var ikki gamalt, og er heldur ikki vanligt í dag. Talan verður tískil um eina forkunnuga konsert.
Neyðuga frástøðan – vegna korona – hevur við sær, at eitt avmarka tal av áhoyrarum sleppa inn frá kl 1930, hálvan tíma áðren konsertin byrjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald