Bretski rokktónleikarin Ken Hensley er deyður, 75 ár.
Ken Hensley var mest kendur sum ein av upprunalimunum í enska rokkbólkinum Uriah Heep, sum var serliga væl dámdur í Føroyum.
Ken Hensley var við at stovna Uriah Heep í 1969, men fór úr bólkinum í 1980, øll árini var hann tann mest produktivi lagasmiðurin av limunum í bólkinum. Høvuðsljóðføri hansara var hammondorgul, men hann spældi eisini eitt sindur av gittara og sang.
Millum kendastu sangirnar hjá honum eru “Lady in Black”, “The Park”, “Look at Yourself”, “Easy Livin’”, “Rain”, “Stealin’”, “Weep in Silence”, “Wise Man” og “Free Me”.
Tað var núverandi oddamaðurin í Uriah Heep, Mick Box, sum hevur verið við síðan byrjan í 1969, sum boðaði frá alment, at Ken Hensley doyði mikudagin eftir stutta sjúkralegu.
- Vit vóru ikki altíð bestu vinir, men vit høvdu eisini nógvar sera góðar løtur saman, og tað eru tær, eg altíð vil minnast. Ken skrivaði nakrar framúr sangir meðan hann var við í orkestrinum, og hesir fara altíð at vera partur av tónleikaliga arvinum, sum altíð fer at liva í okkara hjørtum, skrivatr Mick Box millum annað í fráboðanini.
Ken Hensley vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 2004, tá hann var høvuðsnavn á fyrsta Summarfestivalinum í Klaksvík í 2004.
Síðan hevur hann vitjað tvær ferðir afturat, í 2012 og í 2014.
5th November 2020: I received devastating news this morning from Ken’s manager Steve Weltman that Ken Hensley has passed away.
— Uriah Heep (@uriah_heep) November 5, 2020
My sincere condolences go to his family and wife Monica and may he rest in peace.
Mick
URIAH HEEP pic.twitter.com/JGtO2AHEgw
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald