Innanlands

Ken Nónklett tilnevndur kanningarstjóri

Hann skal kanna hvørt Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021

Ken Nónklett, advokatur (Mynd: Runavíkar kommuna)

Ken Nónklett, advokatur (Mynd: Runavíkar kommuna)

2022-03-03 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður hevur í dag tilnevnt Ken Nónklett, adv. til kanningarstjóra at kanna, hvørt Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Hetta skrivar Løgtingið á heimasíðuni í dag.

Setanin av kanningarstjóranum hevur tikið heldur drúgva tíð, men skyldast hetta í størstan mun, at arbeiðssetningurin hjá kanningarstjóranum er skerdur í mun til upprunaligu umbønina frá 15 tingmonnum í okt. 2021, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Løgtingsumsitingin gjørdi vart við, at grundarlag ikki var fyri at seta kanningarstjóra at kanna umbidnu tíðarskeiðini 2010 og frameftir eins og tíðarskeiðið 2018-19.

Løgtingsformaðurin hevur síðan havt fundir við umboð fyri teir 15 tingmenninar, sum hava latið løgtingsformanninum hetta ískoyti til upprunaligu umbønina.

Í framhaldi av hesum skrivi, hevur løgtingsumsitingin latið løgtingsformanninum hetta tilmælið. Løgtingsformaðurin hevur við støði í hesum tilmæli tikið avgerð um, at kanningarstjóri bert verður settur at kanna tíðarskeiðið 2020-21. 

Kanningarstjórin Ken Nónklett kann nú fara í gongd við kanningina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder