Mentan

Kend donsk nøvn og Janus Wiberg Mortensen kasta saman 27. mars í 2021

Hallarnátt er heitið á stórari konsert, sum verður í vár. Fyriskipararnir siga, at koronastøðan tá fer at avgera um tiltakið verður útsett ella broytt

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-12 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygarkvøldið 27. mars 2021 verður lagt upp til stórt brak av einari tónleikaframførslu í Høllini á Hálsi.

Covid-19 og støðan í heiminum vildi hildið teimum flestu aftur at skipa fyri tiltøkum, har nógv fólk savnast, men soleiðis er ikki hjá Janus Wiberg, sum vit kenna fyri landaplágur seinastu árini og Søren Balsner úr Carpark North.

Nøvnini sum eru á plakatini til Hallarnátt, sum tiltakið eitur, eru umframt Janus Wiberg Mortensen eisini kend nøvn sum Carpark North, Mads Langer og Malte Ebert, sum eisini er kendur sum Gulddreng.

Ótrygga støðan við covid-19 ger, at fyrirekararnir hava tryggjað sær, at konsertin verður, greiðir Janus Wiberg Mortensen frá.

Avtala er gjørd við bókingarfeløgini, at alt eftir hvussu støðan er, kann konsertin útsetast ella skipast í bólkum, so tað slepst undan, at alt ov nógv fólk savnast.

Atgongumerkjasølan byrjar í morgin, og selt verður á heimasíðuni musik.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder