Mentan

Kend listafólk í Tjørnuvík

Eva, Martijn og Floortje vitja fyri fjórðu ferð

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-04-09 18:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu vikurnar hava trý kend andlit búð í Listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, talan er um Evu, Martijn og Floortje sum vitja fyri fjórðu ferð.

Tey hava haft verkætlanir í ymiskum skúlum runt um í landinum ígjøgnum Listaleypin. Eisini hava tey haft eitt kvøld saman við teimum ungu í Garnhúsinum á Oyri. 

Seinasta sunnudag bjóðaðu tey øllum tjørnuvíkingum inn til forkunnga myndaframsýning í Listafólkabústaðnum.

Tað var í 2014, at Sunda kommuna gjørdi gamla skúlan í Tjørnuvík um til Listafólkabústað og sigast má, at hetta hevur verið sólskinssøga, skrivar kommunan. Kommunan samstarvar við LISA um útleigan av Listafólkabústaðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder