Innanlands

Kend radiorødd farin

Í gjár bórust boðini um, at Eyðfinn Drewsen er deyður, bert 52 ára gamal

2021-08-25 13:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hann var ein kend rødd í føroyskum útvarpi. Eyðkendur fyri sítt lætta lyndi og stóru vitan um tónleik. Í gjár andaðist Eyðfinn Drewsen á Ríkissjúkrahúsinum eftir stutta sjúkralegu.

Hann gjørdist 52 ára gamal.

Eyðfinn var havnarmaður, sonur Esther og Benny Drewsen, og uppvaksin við Velbastaðvegin.

Hann var handilslærdur, men arbeiddi eisini eitt skifti sum tøkningur í Útvarpi Føroya, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar fyrst í nítiárunum. Í Danmark fekst Eyðfinn eisini við útvarpsarbeiði, eitt nú á føroyska nærvarpinum í Keypmannahavn.

Um aldarskifti flutti Eyðfinn Drewsen heim til Føroya at arbeiða á Rás2, og helt eisini fram á rásini tá Miðlahúsið í 2007 yvirtók útvarpsstøðina frá Petur Jacobsen. Tá kappingarneytarnir VoxPop og Kiss FM byrjaðu, gjørdist Eyðfinn tøkningur har umframt at vera tónleikasamskipari og lýsingaframleiðari. Seinni løgdu KissFM og Rás2 saman og støðin skifti navn til FM1.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, hevur vegna starvsfólkini í Miðlahúsinum skrivað minningarorð um starvsfelagan, sum kunnu lesast her:

Eyðfinn Drewsen farin  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder