Teir fýra veingirnir á eyðkendu reyðu mylluni yvir undirhaldsklubban Moulin Rouge í Paris duttu niður í nátt.
Tað skrivar franska AFP tíðindastovan frá franska sløkkiliðnum. Ongin kom til skaða í sambandi við hendingina.
Reyða myllan uttan veingir (Mynd av X)
Enn er ógreitt hví mylluveingirnir veingirnir fullu til jarðar.
Moulin Rouge er eitt kent ferðafólkamál í franska høvuðsstaðnum. Náttklubbin ella dansiklubbin er frá 1889, og er kendur fyri sínar dansiframførslur við vøkrum, ofta lítið ílatnum kvinnum, liggur við fótin á Montmatre heygnum á kendu stuttleikagøtuni Boulevard Clichy.
Moulin Rouge merkir “reyð mylla” og klubbin er eisini kendur sum andaligi føðistaðurin fyri cancan-dansin.
Tað vóru eggjandi gleðisgenturnar, sum arbeiddu á staðnum, sum upprunaliga komu við dansinum. Síðan er dansurin mentur til at vera ein undirhaldsformur í sjálvum sær, sum verður brúktur á kabarettum yvir alt Evropa.
Í klubbanum kunnu vitjandi frá øllum heiminum njóta dansiundirhald. Innrætningurin í klubbanum hevur íblástur frá romantiska tíðarskeiðinum í byrjanini av 20. øld í Fraklandi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald