2019-12-12 09:31
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í summar vitjaði ein av heilt stóru bólkunum innan kristnan popptónleik í Føroyum.
Talan er um avstralsku vekætlanina Hillsong Young & Free, sum høvdu konsert í Kelduni í Skálafirði.
Í sambandi við ferðina í Føroyum gjørdu teir upptøkur til eitt videolag. Í filminum sæst forsangarin Aohán King ganga og renna eftir einum vegastrekki í Føroyum eina summarnátt til lagið Highs & Lows.
Pætur Høj stóð fyri upptøkunum, saman við einum upptøkumanni, ið teir sjálvir høvdu við.
Sí myndir frá konsertini hjá Hillsong Young & Free í Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald