2019-03-02 19:34
Uttan iva verður nógv lív í høvuðstaðnum í kvøld. Í Hoyvíkshøllini er 80’ini umaftur-tiltakið hjá H71, og í miðbýnum vitjar kendur plátuvendari umframt, at sláa tunnu í kvøld.
Plátuvendarin, sum vitjar í Luux er Burak Yeter, sum eisini var í Føroyum í fjør, og setti lív í Tórsfest, og hann er serliga kendur fyri lagið “Tuesday” saman við Danelle Sandoval, sum hevur fleiri enn 300 milliónir á Spotify.
Í Hoyvíkshøllini spæla Showmenn við gestasangarum, og plátuvendari verður Niels Jensen.
Dyrnar lata upp klokkan 23 í báðum støðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald