Uttanlands

Kendur QAnon-leiðari gekk á odda

Umstrídda samansvørjingarrørslan var sjónlig undir ófriðinum á Capitol Hill í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-07 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein kendur leiðarir frá umstríddu mótmælisrørsluni QAnon hevði ein sjónligan leiklut, tá amerikanska kongressin í gjár varð hersett av viðhaldsfólki hjá Donald Trump.

Tað skrivar miðilin Business Insider.

Talan er um 32 ára gamla Jake Angeli, eisini kendur sum "Q Shaman".

Undir ófriðinum sást hann fleiri ferð ganga runt í kongressini við eini megafon, meðan myndir vórðu tiknar av honum. Hann sást eisini peika og siga mótmælisfólkum hvat tey skuldu gera.

Angeli, ið er kendur fyri at bera reyða, hvíta og bláa andlitsmáling og hjálm við hornum, er vorðin ein kend persónligheit í samansvørjingarrørsluni.

Sambært miðlinum The Arizona Republic hevur hann javnan verið at sæð í sambandi við høgravend mótmæli í Arizona.

Business Insider skrivar eisini, at "Q Shaman" er ein av fleiri figurum í QAnon, ið hugkveikja og ávirka limirnar í rørsluni.

QAnon er eitt samansvørjingarástøði, sum hevur fingið lív saman við koronafarsóttini.

Limirnir í rørsluni síggja Donald Trump, forseta, sum eitt slag av frelsara, ið skal bjarga USA.

Men sambært rørsluni, er eitt heimsumfatandi úrvalslið av pedofilum, sum arbeiðir ímóti hesum. Úrvalsliðið stendur fyri handli við menniskjum, og hevur ætlanir um at koyra forsetan frá.

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur lýst QAnon sum ein møgulig innlendis yvirgangshóttan.

Sambært Business Insider, hevur Donald Trump, síðan hann tapti forsetavalið móti Joe Biden, fingið fleiri av sínum søgum um valsvik beinleiðis frá hesi samansvørjingarrørsluni.

Miðilin skrivar eisini, at fleiri limir í QAnon skrivaðu á sosialu miðlunum í gjár, at dagurin í gjár var ein stórur dagur og kallaðu hann byrjanin til borgarakríggið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder