Løgreglan veit enn ikki hví arbeiðsvanlukkan á Glyvursnesi í gjárkvøldið klokkan 21 hendi. Ein spreinging var í maskinrúminum og tað kom eldur í. Eldurin varð sløktur aftaná knappan hálvan annan tíma.
Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum. Ein teirra doyði og ein annar er komin illa til skaða.
Løgreglan er í gongd við at kanna hendingina, og væntar eitt úrslit ú fyrsta lagi um middagsleitið, sigur Torben Arendrup, vaktleiðari hjá Norðurjútlands politi við TV2 Nord fyrrapartin.
Maðurin sum doyði av hendingini er í 30'unum, og tann sum er komin illa til skaða er í 40'unum. Báðir eru føroyingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald