Løgreglan kennir enn ikki orsøkina til ferðsluóhappið í Tórsgøtu í Havn í gjár, har ein bilur rendi á ein mann og fleiri aðrar bilar, men málið verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tað var um middagsleitið í gjár, at ein bilførari onkursvegna misti tamarhaldið á bilinum og endaði við at koyra á ein mann, sum gekk á gongubreytini, umframt aðrar bilar, sum stóðu parkeraðir.
Maðurin, sum varð árendur, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, og hann hevur fingið onkrar skaðar men hevur tað eftir umstøðunum gott, verður upplýst.
Bilførarin koyrdi á fýra aðrar bilar, og onkur av teimum hevur fingið stóran skaða.
Løgreglan fer at tosa við eigararnar av bilunum í komandi viku, og eisini eru nógv vitni til óhappið, sum løgreglan fer at tosa við. Orsøkin til óhappið er enn ógreið, men hildið verður ikki, at førarin var ávirkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald