Enn er orsøkin til ferðsluóhappið í Eysturoyartunlinum í gjár ikki greið.
- Møguliga er talan um ósketni, men vit vita tað ikki enn. Men eingin illgruni var um rúsdrekka, sigur vaktleiðarin á løgregluni í dag.
Ein eldri maður var einsamallur í bilinum, og hann fekk nakað av skaða, og varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Maðurin var við vit, verður sagt av støðini.
Bilurin skal vera komin av Saltnesi, og hevur av einari ella aðrari orsøk ikki klárað svingið og hevur rent beint í runtkoyringina og dansiringin hjá Tróndi Patursson.
Óhappið hendi um hálvgun tólv tíðina í gjár.
Soleiðis sær vanliga út í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald