Robert F. Kennedy Jr., sum stillaði upp til forsetavalið sum sjálvstøðugt valevni, sigur seg ikki longur hava ein realistiskan møguleika at vinna, og stuðlar hann tí republikanska forsetavalevninum Donald Trump.
Tað boðaði hann frá í røðu í gjárkvøldið í býnum Phoenix í statinum Arizona.
– Eg kann ikki við góðari samvitsku heita á starvsfólk og sjálvboðin um at blíva við at arbeiða í nógvar tímar ella at heita á fíggjarligar stuðlar um at blíva við at stuðla, tá eg ikki kann siga teimum, at eg havi eina veruliga leið til Hvítu Húsini, segði hann m.a. sambært Ritzau.
Hann undirstrikar tó, at hann ikki tekur seg úr valstríðnum, og verður navn hansara enn at finna á atkvøðuseðlinum í teimum flestu statunum.
Kennedy ætlaði upprunaliga at stilla upp sum Demokratur ímóti Joe Biden forseta, men hann broytti meining.
Í røðu sínari í gjár fortaldi hann eisini, at Trump hevði bjóðað honum at gerast partur av hansara umsiting, og eisini luttók hann á veljarafundi hjá Trump í Arizona í nátt.
Robert F. Kennedy Jr. er sonur Robert F. Kennedy, fyrrverandi demokratiskur senatorur og forsetavalevni, og bróðursonur John. F. Kennedy, fyrrverandi forseti. Teir vórðu skotnir til deyðis í ávikavist 1968 og 1963.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald