- Kringvarpið skyldar mær nú. Í morgin er Kringvarpið á mínum heimabana í Suðuroy. Og tá krevji eg at kunna rætta uppá hatta, sum Jón Brian gjørdi við meg í dag.
Soleiðis segði Arnfinn á Birtuni, valevni fyri Framtakið, á Facebook Live stutt eftir Andglettin, sum var í sjónvarpinum í kvøld. Framtakið var í kvøld í Andglettinum, og Arnfinn á Birtuni sum var gestur í sendingini, kennir seg illa viðfarnan. Hann heldur ikki at hann fær somu viðferð sum onnur valevni.
- Bara sovorðnir skít býttir spurningar. Hvat ætlar tú at brúka hesi klistrimerkir til - spyr hann hini valevnini hvat tey ætla at brúka plakatirnar til?
Her sipar hann til nøkur klistrimerkir, sum Arnfinn á Birtuni greiddi frá, at hann hevði givið ungdómum at klistra ymsastaðni.
- Tráðspurdi meg um hvussu eg fari at fungera sum ein løgtingsmaður. Ger hann tað við hini? Nei, hatta var unfair, heldur Arnfinn á Birtuni.
- Um eg ikki fái eitt sindur av frírúmi í morgin, so lati eg ikki hetta her liggja, sigur Arnfinn á Birtuni.
Í annaðkvøld er veljarafundur hjá Kringvarpinum í Salt á Drelnesi, og hann byrjar klokkan 19:30.
Sendingin frá í kvøld sæst her. Arnfinn er gestur síðst í sendingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald