Mentan

Kent jazz-stað í Keypmannahavn steingir

Jazzhus Montmatre hevur verið ein týðandi leikari í danska mentanarsøguni og hevur uppalt fleiri ættarlið av dugnaligum tónleikarum

2020-09-02 15:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Korona-avmarkingarnar við í mesta lagið at loyva 35 áhoyrarum inn til hvørja konsert, hevur nú fingið kenda spælistaðið í Keypmannahavn, Jazzhus Montmatre í St. Regnegade, at steingja.

Søguligi jazzklubbin hevur røtur aftur til 1959 og hevur í drúgva tíð sett danska høvuðsstaðin á heimskortið, tá um jazztónleik umræður.

- Vit harmast um støðuna, men tað er ikki gjørligt at halda fram á ynskiligum støði við einans inntøkum frá 35 atgongumerkjum, tá vit vanliga hava 85 pláss. Vit høvdu vónað, at staturin kom við einum størri hjálparpakka, sigur stjórin fyri Montmatre, Jonas Dyrved í tíðindaskrivi.

Avgerðin fær virknað beinanvegin, og soleiðis varð seinasta konsert á Montmatre hildin leygarkvøldið 29. agust. Starvsfólkini, stjórin og tónleikasamskiparin hava fingið uppsøgn, tímaløntu tænararnir og ljóðfólkini eru send heim og leigumálið er uppsagt.

- Hetta er ein syrgilig støða fyri danska mentanarsøtu, tí Keypmannahavn fyri nógv hundrað listafólk missir ein týdningarmiklan pall. Montmatre hevur lagt høli til nógvar túsund legendariskar konsertir síðan staðið lat upp í 1959 og hevur uppalt fleiri ættarlið at tónleikarum á pallinum.

- Mn nú megna vit ikki longur raksturin uttan so at onkur kemur við eini bjarging í evstu løtu. Mín telefon er tendrað. Men í verandi støðu kundu vit ikki gera annað, enn at lata aftur nú, sigur nevndarformaðurin fyri staðið, Michael Christiansen, fyrrverandi stjóri á kongaliga teatrinum.

Montmatre helt upprunaliga til í St. Regnegade frá 1959 til 1976 tá tað flutti í Nørregade til tað lat aftur í 1995. Í 2010 varð nýtt lív blást í staðið á upprunaligu adressuni, í stóran mun bygd á sjálvboðið arbeiði.

Listin yvir heimsnøvn, sum hava spælt á Montmatre er langur. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Ben Webster, Gil Evans, Stan Getz, Herbie Hancock, Jan Johansson, Sony Rollins, Miles Davis, Chet Baker, Dizzy Gillespie, Michel Petrucciani, Joe Zawinul, John Scofield, Jaco Pastorius, Marcus Miller og Muddy Waters.

Umframt framar danir, so sum Niels-Henning Ørsted Pedersen, Palle Mikkelborg, Alex Riel, Jesper Thilo og Bo Stief.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder