Okkurt bendir á, at heimurin er við at fáa eyguni upp fyri føroyska punkorkestrinum Joe and the Shitboys.
”We made it to the NME100” skrivaði bólkurin við stórstavalási (’caps lock’) og fleiri rópiteknum á Facebook nú ein dagin.
Og sigast má, at tað er eitt sindur av einum bragdi fyri ein føroyskan bólk, sum – til tað – ikki hevur spælt so nógv alment enn, og heldur ikki givið so nógv út.
Men Joe and the Shitboys vóru við á Airwaves festivalinum í heyst, og tá vórðu teir skýrdir til besta bólk av stóra enska rokktíðarritinum NME.
Les eisini: Joe og shit-dreingirnir drúgva umrøðu í bretskum tíðarriti
Og nú hevur sama tíðarritið, sum verður roknað millum heimsins førandi, tá tað kemur til punk-tónleik, enn einaferð gjørt vart við føroyska punkorkestri Joe and the Shitboys, ið siga seg vera tvíkynjaðar veganarar. Sermerkt fyri bólkin er, at løgini hjá teimum eru stutt – onki er yvir tveir minuttir – og tónleikurin larmandi og sangurin rópandi.
NME100-listin hjá enska tíðarritinum er ein listi yvir týðandi nýggj nøvn á tónleikapallinum, sum vert er at halda eyga við í 2020.
NME lýsir føroyska orkestrið fyri at vera ”virðingarleysur politiskur punkur ’with a sence of humor”.
Tónleikurin verður kallaður mergjaður og kaotiskur, og at hann er liðugur næstan áðrenn hann fer í gongd, og har verður sipað til at løgini ongantíð varða meira enn tveir minuttir.
Umframt sangaranum Joe, er orkestrið mannað av Ziggy Shit á gittar, Sammy Shit á bassi og Johnny Shit á trummum.
Dimmalætting hevur skrivað grein um bólkin. Les: Vit eru ikki við upp á homofobi ella eitrandi maskulinitet (hald krevst til at lesa greinina).
Í hesi greinini verða borgarligu nøvnini á limunum avdúkað. Fríði Djurhuus er sangari, Sigmund Zachariassen spælir guittar, Sjúrður Samuelsen bass og Jónsvein Mikkelsen trummur. Hesir tríggir síðstnevndu eru frammanundan kendir frá bólkinum Ranchus, meðan Fríði Djurhuus eisini er sangari í Iron Lungs.
Hetta er helst fyrstu ferð, at ein føroyskur bólkur er komin á NME100-listan. Flestu nøvnini á nýggja listanum eru úr Bretlandi og USA. Ongi donsk, íslendsk ella finsk nørn eru við. Eitt navn kemur úr Svøríki og trý úr Noregi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald