Gleðin var stór hjá Kevin Hart, tá amerikanski skemtarin fyrradagin avdúkaði, at hann skuldi verða vertur fyri Oscars 2019. Men gleðin var stokkut.
Í morgun hevur Kevin Hart boða frá, at hann tekur seg aftur sum vert. Orsøkin er, at LGBT samfelagið gjørdist í øðini, tá tíðindini bórust, tí at sagt verður, at Kevin Hart fyri hevur skriva fleiri homofobisk boð á Twitter.
- Eg havi avgjørt at taka meg aftur sum vert fyri Oscars. Eg vil ikki taka fokus burtur frá teimum mongu framúr úrmælingunum, sum skulu hátíðarhaldast tað kvøldið, boðar Kevin Hart frá.
Eitt nú verður lagt eftir Kevin Hart fyri at hava sagt, at um hann kann steðga soni sínum í at blíva samkyndan, so fór hann at gera tað, skrivar tíðindastovan AP.
Kevin Hart hevur biðið um umbering fyri tær viðmerkingar hann fyrr er komin við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald