Mentan

Kevin úr "Home Alone" aftur at síggja í lýsing hjá Google

Um "Home Alone" hevði gingið fyri seg í dag, hevði alt verið nógv lættari hjá Kevin McCallister

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-12-20 17:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey flestu kenna filmin "Home Alone", sum sigur søguna um dreingin Kevin McCallister, sum má vera einsamallur heima á jólum, tí familja hansara er farin at ferðast og hevur gloymt hann eftir.

Høvuðsleiklutin sum Kevin átti Macaulay Culkin, sum tá bert var 10 ára gamal. Í dag er hann 38 ár, og nú spælir hann aftur leiklutin sum Kevin McCallister í einari lýsing fyri Google Assistant.

Í lýsingini sær mann ein vaksnan Kevin standa í vælkenda McCallister-húsinum, og eins og í "Home Alone" frá 1990, er Kevin einsamallur á jólum, og má stríðast við nógv av tí sama, sum hann stríddist við í filminum. Munurin er tó, at Kevin nú hevur nýmótans tøkni at hjálpa sær, og í lýsingini sær mann, hvussu nógv lættari alt er hjá Kevin nú enn fyri 28 árum síðani.

Macaulay Culkin var ein væl umtóktur barnaleikari í 90unum. Í 1994 gavst hann sum sjónleikari, men í 2003 byrjaði hann aftur og var millum annað at síggja í sjónvarpsrøðini "Will & Grace".

Síðan tá hevur Macaulay Culkin m.a. givið út eina sjálvsævisøgu og sungið í tónleikabólkinum The Pizza Underground.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder