Mánakvøldið varð boðað frá, at Elon Musk, eigari av Tesla og SpaceX, og ríkasti maðurin í heiminum, hevði keypt sosiala miðilin Twitter fyri tað, sum svarar til 305 milliardir krónur (44 milliardir dollarar, red.)
Les eisini: Elon Musk keypt Twitter fyri 305 milliardir krónur
Síðani er partabrævið hjá Tesla minkað við uml. 12 prosent.
Fyri fáum døgum síðani var partabrævið vert góðar 1.000 dollarar, mikumorgunin var partabrævið niðri á 980, og í gjár var partabrævið minkað við 100 dollarum afturat, og er tað í løtuni vert 876 dollarar.
Sambært miðlinum NPR er tað ógreitt, júst hvussu Elon Musk fer at fíggja keypið av Twitter, og um hann noyðist at selja nøkur av sínum partabrøvum í Tesla.
Íleggjarar stúra eisini fyri, at Elon Musk fer at vera órógvaður av nýggjasta keypinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald