Innanlands

Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy

Pápi 29 ára gamla ferðamannin, ið var útbúgvin astrofysikari, hevur verið í Fugloy í dag og hugt at umstøðunum

(Mynd: fugloy.fo)

(Mynd: fugloy.fo)

2019-01-16 17:25 Author image
Ingi Samuelsen

Nógv viðurskifti eru framvegis ógreið, og nógvir spurningar ósvaraðir viðvíkjandi 29 ára gamla eysturríkaranum, sum leitað varð eftir úti í Fugloy í fleiri dagar, tó uttan úrslit.

Oftast setti spurningurin er tó, um tað var ætlan hansara, at hann ikki skuldi finnast.

Gongutúr í Fugloy
29 ára gamli Lukas G. kom til Føroya við flogfari úr Keypmannahavn hósdagin og fór víðari við tyrluni til Hattarvíkar fríggjadagin. Ein hattarvíkingur tosaði stutt við einsamalla ferðamannin og fekk at vita frá honum, at hann skuldi ein gongutúr – hike.

Síðan hevur ongin sæð nakað til Lukas.

Seinnapartin fríggjadagin gjørdust fugloyingar óttafullir um mannin. Ongin hevði sæð hann aftur, og veðrið var so mikið ringt, at Ritan, ið hann, sum skilst, skuldi av aftur oynni við, fekk ikki lagt at í oynni.

Maðurin varð tí eftirlýstur og leiting varð sett í verk við luttøku av bæði lokalum fólkum og staðkendum løgreglufólkum, sum vóru í oynni. Hundar vórðu eisini sendir út í oynna at hjálpa til við leitingini. Brimil varð sendur at sigla rundan um oynna at skimast og eisini bjargingartylrlan varð boðsend.

Ongi sannlíkindi at finna hann á lívi
Men hóast leitað varð allan leygardagin, nakað út á sunnudagin og eisini mánadagin við tyrlu funnu tey ongantíð nakað spor eftir mannin yvirhøvur. Í gjár varð boðað frá, at leitingin varð støðgað – fyribils. Fyribils tí tað framvegis er nøkur støð í oynni, ovast á toppinum, og í brattlendi aðrastaðni, sum skulu kannast betri, tá líkindi aftur verða til tess.

- Vit rokna ikki við, at tað eru sannlíkindi yvirhøvur, at maðurin kann vera á lívi meira, staðfestir Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Kanningardeildin, kriminalpolitiið, hevur nú fingið málið um hendur, tí nú skal ein altjóða eftirlýsing sendast út av manninum, og finnast skal fram til DNA og tannkort frá honum, um okkurt seinni møguliga verður funnið.

Pápin kom til Føroya í gjár
Løgreglan hevur eisini avhoyrt pápa drongin, sum kom til Føroyar í gjár.

- Maðurin er ógvuliga tyngdur av sorg, tí talan er um einasta sonin. Vit hava bjóðað honum kreppuhjálp, og hava eisini verið ein túr í Fugloy við honum í dag, so hann kundi síggja umstøðurnar og skilja hví vit eru givin at leita. Maðurin fer heim aftur í morgin at vera saman við konu síni í sorgini.

Tey eru eysturríkarar, men búgva nú í Sveits.

[object Object]Profilmyndin á Facebook-vanganum hjá Lukas G.

Astrofysikari
29 ára gamli sonurin, Lukas, hevur seinastu árini búð í Oxford í Bretlandi, har hann hevur tikið hægri náttúrufrøðiligt prógv í stjørnualisfrøði (astrofysikk) á Oxford University. Men hann varð fluttur aftur til Sveits.

Hósdagin fór hann so heimanífrá aftur – sambært pápanum fyri at fara til Onglands, har hann skuldi til eina starvssamtalu. Men hann møtti ongantíð upp.

Lukas fór ikki til Onglands, men til Danmarkar og víðari til Føroyar. Dagin fyri hevði hann bílagt sær gisting í eina nátt á Hotel Vágum. So ætlanin var alla tíðina at fara til Føroyar, men tað hevði hann ikki sagt fyri foreldrunum.

Royndur gongumaður í Alpunum
Okkurt bendir á, at Lukas G. hevur tilrættalagt Føroyaferðina sum sína seinastu. Eitt nú tí ferðaseðilin var einvegis. Eisini hevur hann latið telduna liggja eftir heima hjá foreldrunum.

Hann plagar annars ongantíð at ferðast uttan at hava telduna við, hevur pápin upplýst fyri løgregluni.

At Lukas G., sambært fugloyingum, skal hava verið illa ílætin, undrar tó ikki pápan.

Hann hevur nógvar royndir við at ganga í Alpunum. Lukas sigst vera rættiliga minimalistiskur, og tí undrar tað ikki pápan, at hann hevði lítið av klæðum og viðføri við sær á gongutúrunum. Tað sum undrar pápan er tó, at hann ikki var í fjallastúvlum, tí hann eigur slíkar.

Uppgav óvirkið telefonnummar
Tað tók føroysku løgregluni rættiliga drúgva tíð áðrenn tey fingu staðfest hvør maðurin var, og hvussu fáast kundi fatur á familjuna hjá honum. Millum annað tí at hann hevði uppgivið eitt telefonnummar til Hotel Vágar, sum ikki var til.

Við hjálp frá vakmyndatólum á flogvøllinum var samleiki hansara tó funnin. Pápin hevur eisini staðfest, at myndirnar tiknar við komuna á flogvøllinum er av soni hansara, og tyrluskiparin og hattarvíkingurin, sum tók ímóti honum, hava eisini váttað, at myndirnar av flogvøllinum er sami maður, sum var við tyrluni út til Fugloyar fríggjadagin.

Eftirlýstur umvegis Interpol
Hóast Lukas G. nú er eftirlýstur umvegis Interpol, er ongin hjá løgregluni, sum er stórvegis í iva um, at hann framvegis liggur lívleysur onkrastaðni á Fugloynni, um hann ikki er dottin í havið.

- Vit vita fyri vist, at hann er flogin út í oynna og eru eisini vís í, at hann ikki er sloppin av aftur oynni við báti, so mikið ring vóru líkindini um vikuskiftið, staðfestir Heri Andreassen, leiðari fyri kanningardeildina hjá løgregluni. 

(Eftir áheitan frá eysturríkskum myndugleikum, eitt nú fyri at verja eftirmælið hjá manninum, hava vit valt at fjala eftirnavn og heimstað hansara)

 

placeholder
placeholder