Innanlands

Keypti høgguslokk fyri 560.000 krónur

Bitcoin milliardingurin við ættarbondum í Føroyum hevur stuðlað Den Blå Planet við serligum keypi

(Mynd: Den Blå Planet)

(Mynd: Den Blå Planet)

2021-08-10 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Litríki bitcoin-milliardingurin, sum sambært Dimmalætting kallar seg fyri 97 prosent føroying, Niklas Nikolajsen von Karlshof, hevur keypt ein átta-armaðan høgguslokk fyri 560.000 krónur.

Um ólavsøkumundið vitjaði ríkmaðurin í Føroyum saman við konu og børnum, og her gjørdi hann eitt nú íløgur í føroyska list fyri nógvar tíggjutúsund krónur, frættist.

Nú frættist so eisini, at hann hevur gjørt íløgu í ein høgguslokk.

Men tað er meira ein stuðul enn ein íløga. Talan er um eitt av dýrunum í Den Blå Planet, stóra framsýningarsjósavninum nærhendis lufthavnina í Keypmannahavn.

Den Blå Planet er komin í fíggjarligar trupulleikar orsaka av corona, og til tess at savna pengar til raksturin, lýsti akvariið í summar nøkur av dýrunum til sølu.

Átta armaði høgguslokkurin, kallaður Otto, var eitt at dýrunum, ið varð lýst til sølu, og í farnu viku kundi TV2/Lorry so avdúka, at “føroyingurin” á slottinum Karlshof í Sveits, hevur keypt Otto fyri 560.000 krónur.

- Vit eru Niklasi sera takksom fyri at stuðla okkum við hesum keypinum, sum ger at vit kunnu hava ein høgguslokk her á akvariinum og hava ráð til at fóðra hann í minst fimm ár afturat, sigur stjórin fyri Den Blå Planet, Jon Diderichsen, sum eisini takkar fyri aðrar gávur, sum stovnurin hevur fingið eftir at Den Blå Planet fór út við eini lýsingarherferð, har sølan av djórunum meira var meint sum eitt ‘gimmick’.

Henda gávan einsamøll tryggjar ikki raksturin, men stjórin vónar, at gávumildnið hjá Niklas Nikolajsen von Karlshof kann eggja øðrum til eisini at gerast eigarar av onkrum av djórunum ella fiskunum í Den Blå Planet. Har eru bæði hemarar og otrar ‘til sølu’.

Tað er kostnaðarmikið at hava eitt stað sum Den Blå Planet koyrandi. El-rokningin er 7,5 milliónir um árið, og hartil eru 21.000 munnar at metta hvønn dag.

Um hví hann valdi júst at stuðla við at keypa høgguslokkin, sigur bitcoin-milliardingurin:

- Høgguslokkurin er ein heilt serligur skapningur. Næstan sum ein rúmdarvera á jørðini. Hann er so ólíkur okkum, men eisini ein sera vitug vera. Ein kann ikki lata vera við at gerast hugtikin, tá ein sær ein høgguslokk, sigur langabbasonur J. F. Kjølbro. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder