Innanlands

Keyptu 80 prosent fyri 144 milliónir krónur

Articon fór í dag lutvíst á danskar hendur

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2025-01-20 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey 80 prosentini, sum danska byggifyritøkuna Per Aarsleff Holding A/S, hevur keypt í Articon, kostaðu 144 milliónir krónur.

Tað upplýsir Per Aarsleff Holding A/S fyri keypsskálanum í dag.

Articon kunngjørdi fyrr í dag, at eigararnir hava selt 80 prosent av felagnum. Ein leiðslubólkur við Sunnvard Andreasen, Torleif Waagstein og Christiani Danielsen fer at eiga 10 prosent og verandi eigarar 10 prosent.

Verandi leiðsla heldur fram til 1. oktober í ár, tá leiðslubólkurin, sum er Sunnvard Andreasen, Torleif Waagstein og Christian Danielsen taka yvir. Sunnvard verður stjóri (CEO), Torleif rakstrarstjóri (COO) og Christian fíggjarstjóri (CFO). Eftir hetta halda Jón Sigurdsson og Niclas Joensen fram sum nevndarlimir.

Les eisini: Meginparturin av Articon seldur til Danmarkar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder