Innanlands

Keyptu nógv meira í 2020

Vit hava meira mat og húsbúnað meðan korona hevur herjað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-07 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar hava keypt meira mat og húsbúnað undir koronatíðini.

Hetta er nú prógvað av hagtølum. Hagstovan hevur júst kunngjørt hagtøl fyri hvat føroysku húsarhaldini hava brúkt hesa seinastu tíðina, og tølini vísa ein stóran vøkstur á umsetninginum fyri ‘matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur’ og ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’.

Umsetningurin er øktur við 15 prosentum samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Umsetningurin fyri ‘klædnavørur og fótbúnað’ vaks 6 prosent.

Føroysku húsarhaldini hava keypt munandi meiri av vanligum gerandisvørum í øðrum og triðja ársfjórðingi í fjør, samanborið við somu ársfjórðingarnar í 2019.

Tekin eru harvið um, at nýtslumøguleikin og keypihugurin ikki hava latið seg ávirka neiliga í tíðini við koronu - heldur hinvegin hava handlar innan smásølu havt úr at gera, skrivar hagstova.fo.

Fyri vørubólkin ‘mat og alkoholfríar drykkjuvørur’ hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør, samanborið við somu ársfjórðingar árið fyri. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,6 prosent frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum mati og drykkjuvørum økt við 14 prosentum.

Samanborin við ‘mat og drykkjuvørur’, hevur vøksturin í sølu av ‘klædnavørum og fótbúnaði’ ikki verið eins stórur í tíðini við koronu. Fyri hendan vørubólkin var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør góð 6 prosent størri í mun 3. ársfjórðing í 2019. Prísurin á ‘klæðum og fótbúnaði’ vaks 5 prosent frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Um hædd verður tikin fyri hesum prísvøkstri, var mongdin av seldum ‘klæðum og fótbúnaði’ nærum tann sama í árligu samanberingini.

Fyri vørubólkin ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør so nógv sum 15 prosent størri í mun til 3. ársfjórðing í 2019. Allur hesin vøksturin stendst av vøkstri í seldum mongdum, tí prísurin á hesum vørum var mest sum óbroyttur hetta tíðarskeiðið, skrivar Hagstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder