Innanlands

KFUK skótarnir fáa 120.000 krónur frá Lions Tórshavn

Talan er um ágóðan av Ólavsøkuframsýningini hjá Lions í Mullers Pakkhúsi. KFUK-skótarnir í høvuðsstaðnum, ið hava ein vaksandi skótabólk, ætla at nýta stuðulin til eina spennandi verkætlan á Langasandi, har tær eiga eitt skótahús.

Lionsforsetin Kim Petersen, Svanna Højgaard Joensen skótaleiðari, Lív í Líð,  Beinta Klemmentsen,  Nikolina Højgaard, Sonja Klein Simonsen, og Jógvan Emil Nielsen, formaður í Ólavsøkunevnd Lions.

Lionsforsetin Kim Petersen, Svanna Højgaard Joensen skótaleiðari, Lív í Líð, Beinta Klemmentsen, Nikolina Højgaard, Sonja Klein Simonsen, og Jógvan Emil Nielsen, formaður í Ólavsøkunevnd Lions.

2021-12-10 15:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á samkomu hjá Lions Club Tórshavn herfyri, fingu umboð fyri KFUK-skótarnar í Havn handað ágóðan av Ólavsøkuframsýningini hjá Lions í Mullers Pakkhúsi. Hetta er ein árlig afturvendandi søluframsýning av listaverkum, har ágóðin á hvørjum ári fer til okkurt almannagagnligt endamál.

Í ár var ágóðin á 120.000 kr. latin KFUK-skótunum í Havn, sum í mong ár hava gjørt eitt fyrimyndarliga gott barna- og ungdómsarbeiði. Havnar KFUK skótar eru ein skótabólkur við væl yvir 100 limum. Spírur, títlingar, skótar og ungdómsskótar eita bólkarnir, har limirnir eru í aldrinum 6-16 ár, umframt leiðarar í aldrinum 16 ár og eldri.

KFUK-skótarnir ætla at nýta stuðulin til eina spennandi verkætlan á Langasandi, har tær eiga eitt skótahús. Av tí at skótabólkurin hjá KFUK er vaksin nógv seinnu árini, hevur ikki verið rúm fyri so nógvum teirra á skótadeplinum á Langasandi. Tí er ætlanin at útbyggja depilin og uttandurðaøkið rundanum skótahúsini m.a. við skýlum, bálplássi, sitiplássum v.m, so gjørligt verður at fara á legu á Langasandi, eisini við størri skótaliðum.

Lions Club Tórshavn takkar KFUK-skótunum fyri teirra stóra og týdningarmikla arbeiði fyri børnum og ungum, og ynskja teimum samstundis góða eydnu við hesi spennandi verkætlan. Samstundis vil Lions Tórshavn nýta høvið at takka øllum, ið so ella so vóru við til at stuðla Ólavsøkuframsýningini í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder