Innanlands

KFUM-skótarnir í Havn 80 ár

Stovningarhaldið verður at bíða til koronaumstøðurnar eru broyttar

2021-02-09 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag, týsdagin 9. februar, eru KFUM-skótarnir í Havn 80 ár. Nakrir havnardreingir høvdu verið suðuri í Vági í august í 1940 á skótalegu. Thulesen prestur hevði stovnað KFUM-skótar í bygdini.

Veturin 1940/41 vóru fyrireikingar gjørdar at stovna skótalið í Havn. Teir, sum hjálptu væl til við fyrireikingunum, vóru Albert Hansen, sum hevði verið FDF-ari og Mortan Mørk, sum hevði verið gulur skóti í Havn. Gulu skótarnir vóru stovnaðir á kyndilsmessu nøkur ár frammanundan, 2. februar í 1926.

Í 1939 stovnaði Palli Thomsen í Gøtu fyrsta KFUM-skótaarbeiðið í Føroyum.

9. februar 1941 vóru KFUM-skótarnir stovnaðir. Stovnararnir vóru: Niels Holm-Petersen, Karl Olsen, Mortan Mørk, Eivind Dahl og Albert Hansen. Heystið 1942 komu Jóhan Jensen, Poul Sørensen og Axel Tórgarð aftrat.

Fyrstu tíðina vóru skótarnir í Losjuni, har KFUM helt til. Har vóru tveir salir og ein køkur, har patruljurnar kundu hava fund. At byrja við vóru seks patruljur – í hvørjari patrulju 6-8 dreingir, og fundur var eina ferð um vikuna.

Búnarnir vóru seymaðir úr grønlitaðum posalørifti. Summir nýttu eisini uniformsskjúrtur, sum teir litaðu. Turrikløðini vóru seymað úr reyðum satin. Ein kona sum kallaðist Bina í Dávastovu broderaði merkini, bæði staðarnøvn, royndir og liljur. Ársstjørnurnar vórðu stoyptar úr tini. Onkur hevði frætt, at knappar við lilju á vóru at fáa í einum handli, og skjótt var øll goymslan keypt! Stuttbuksur og reyðhúgva hoyrdi eisini til búnan.

Tá ið ein tíð var farin, fóru menn at hugsa um at stovna Seeonee-Flokkin, Úlvaflokkurin varð stovnaður 26. november1944. Tað vóru teir báðir Axel Tórgarð og Djóni í Geil, sum stovnaðu Úlvaflokkin.

Síðani 1952 hava KFUM-skótarnir hildu til í KFUM-bygninginum Oman Pisuvarða. Í 1982 varð KFUM útbygt, og tá fingu skótarnir sera góðar umstøður at virka undir.

Í 2019 var skótaarbeiðið á Argjum lagt saman við skótaarbeiðinum í Havn.

Hesi seinastu árini hava skótarnir eisini bygt ein skótadepil Millum Tjarna í Havnardali og eina smáttu í Kirkjubøhaganum.

Í dag telja KFUM-skótarnir tríggir úlvaflokkar, tvey skótalið, eitt ungdómsskótalið, 23 leiðarar, 45 ravnar og umleið 150 limir. Bólkaleiðari er Bogi F. Sigurstein.

Vegna corona verður einki stovningarhald nú. Hetta verður seinni í ár. Kunnað verður um tað seinni. Tá er eisini ætlanin at taka skótadeplin Millum Tjarna í brúk.

Keldur: Skótablaðið Liljan 1979 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder