2021-08-09 19:23
Skótalið KFUM’s fylti 80 ár tann 9. februar í ár og í summar kundi skótaliðið endiliga taka stásiliga skótadepilin í Havnardali í nýtslu.
Sum takk fyri stuðul og hjálpsemi frá teimum mongu, sum hjálptu til við at fáa verkætlanina á mál, verður nú skipað fyri almennari móttøku í deplinum. Móttøkan verður hóskvøldið 12. august frá klokkan 19 til 21.
Møguligt verður at fáa pyslur og sunkist og eina rundsýning av deplinum. Klokkan 20.30 verður felags legubál í Tórgarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald