Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, hevur Russland javnan framt álop á næststørsta býin í Ukraina, Kharkiv, og fríggjadagin hendi tað aftur.
Sambært ukrainska herinum vórðu 23 av 31 dronum skotnar niður í Kharkiv- og Odesa-økinum.
Lokali guvernørurin Oleh Synjehubov sigur, sambært altjóða miðlum, at sjey persónar vórðu dripnir í Kharkiv í gjár. Millum tey deyðu vóru trý børn, ið vóru ávikavist sjey ár, fýra ár og seks mánaðir gomul.
Ein persónur varð særdur, tá ein bensinstøð varð rakt av dronunum. Eisini vóru fleiri bústaðir raktir. Í býnum Velykyj Burluk eystanfyri Kharkiv varð eitt sjúkrahús og ein matstova rakt.
Kharkiv liggur 30 kilometrar frá russiska markinum. Áðrenn kríggið byrjaði, búðu uml. 1,5 milliónir fólk í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald