Innanlands

Kia mest seldi bilur í ár

Hálvársuppgerðin hjá Akstovuni vísir, at suðurkoreanska bilmerkið er tað best umtókta millum føroyingar

(Mynd: Bilrøkt)

(Mynd: Bilrøkt)

2021-08-07 09:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Akstovan hevur gjørt bilasøluna upp fyri seinasta hálvárið, og greitt er, at suðurkoreanska bilmerki Kia er mest seldi bilur í Føroyum higartil í ár.

25 bilar av merkinum Kia fóru um diskin hjá Bilrøkt í juli mánað, og tað ger merkið til eisini mest selda í juli.

Toyota sum Reyni Service umboðar, er á øðrum plássi við 21 bilum meðan Volkswagen er triðmest seldi bilur í juli við 19 bilum.

Hetta er eisini raðfylgjan í hálvársuppgerðini. Tilsamans 193 Kiabilar eru seldar frá januar til juli í ár. 169 Toyota og 156 Volkswagen.

Topp tíggju í juli

1. Kia (25 akfør)
2. Toyota (21 akfør)
3. Volkswagen (19 akfør)
4. Mercedes-Benz (13 akfør)
5. Volvo (11 akfør)
6. Brenderup (10 akfør)
7. Suzuki (10 akfør)
8. Citroen (8 akfør)
9. Ford (8 akfør)
10. Hyundai (8 akfør)

Topp 10 januar til juli

1. Kia (193 akfør)
2. Toyota (169 akfør)
3. Volkswagen (156 akfør)
4. Ford (137 akfør)
5. Volvo (128 akfør)
6. Hyundai (127 akfør)
7. Mercedes-Benz (85 akfør)
8. Renault (85 akfør)
9. Citroen (66 akfør)
10. Suzuki (64 akfør)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder