Innanlands

Kia mest seldi bilur í januar

Færri nýggj akfør vórðu seld fyrsta mánaðinum í árinum, men nýtt merkið er í toppinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-01 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Suðurkoreanska bilamerkið Kia hevur fingið eina góða byrjan upp á 2021. Í øllum førum í Føroyum.

Við 22 bilum gjørdist Kia mest seldi bilur í januar, vísa hagtølini hjá Akstovuni. Toyota og Volvo eru næstmest seldu bilmerkir við 20 bilum hvør, meðan Ford og Volkswagen deilast um triðja plássið við 17 bilum hvør.

Hagtølini hjá Akstovuni vísa, at góð 20 prosent færri akfør vóru seld í januar í mun til undanfarna ár. Sølan í januar 2020 var 217 akfør meðan tað í januar 2021 vórðu skrásett 173 akfør.

Kia gjørdist fimti mest seldi bilur í 2020 við 186 akførum. Ford átti fyrsta plássið sum mest seldi bilur við 358 skrásettum akførum í 2020.

Topp 10 januar 2021
1. Kia (22 akfør)
2. Toyota (20 akfør)
2. Volvo (20 akfør)
3. Ford (17 akfør)
3. Volkswagen (17 akfør)
6. Renault (13 akfør)
7. Citroen (12 akfør)
8. Nissan (7 akfør)
9. Mercedes-Benz (6 akfør)
10. Audi (4 akfør)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder