2024-06-09 13:58
(Upptøka: Mortan Mortensen)
Nú vandi er fyri at verkfallið heldur fram í nakrar dagar afturat, eru tey nógv sum hava leitað sær til Suðuroyar í morgun við ætlanini at fylla sær tangan við bensini.
Men sjálvt har byrjar nú eisini at ganga undan við bensini. Síðstu droparnir á Tvøroyri ruku í gjárkvøldið, og sum skilst er tað nú eisini uppi í Vági.
Bensinpumpan í Vági var tóm einar fimm minuttir áðrenn allir bilarnir frá Smyrli komu til bygdina. Bilrøðin var ein kilometur lang.
Einasta støð við brennievni eftir í landinum er Hvalba, har bensin er eftir. Men har er altso stongt nú seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald