Hóast hann er ein av kendastu tónleikarunum í landinum og stóð í tínum egna "backstage" á Summar Festivalinum, varð hann álopin av einum vaktarmanni.
Kim Hansen skrivar frá hendingini á sínum Facebookvanga.
Hann hevði spælt við fleiri bólkum allan festivalinum, og var eisini sjálvur á palli á Torginum hóskvøldið.
- Leygarkvøldið spældi eg inniligan singer/songwriter við Lenu Anderssen, har eg aftaná hoyrdi eina lítla løtu av super old-school rokki við Uriah Heep, áðrenn eg fór at gera klárt við Frændum, sum høvdu eina minniliga løtu á stóra palli. Tá síðsti tóni var spældur hjá Frændum, stóð Mena klár at drøna meg niðan í Teltið, har eg við Jens Marna endaði festivalin við einum braki av Rokk’n Roll.
Festivalurin endaði við, at eg 20 minuttir aftaná at hava pakkað niður og lagt míni ljóðføri í bilin, bleiv slongdur niður í gólvið og pasifiseraður av einum miltantum vaktarmanni - í mínum egna backstage, skrivar Kim Hansen.
- Eg havi nøkur blá merki, ilt í herðunum og havi fingið pínu í eftirgjørdu mjødnina. Eg havi eisini havt ilt við at samla tankar aftaná hendingina.
Tónleikarin hevur fingið eina treytaleysa umbering frá fyriskiparunum Erik Biskopstøð og Louis Poulsen, men hann vónar, at Summar Festivalurin finnur eina betri loysn uppá trygdina.
- Tí tað eru fleiri, fleiri søgur um onnur fólk sum eru løgd niður og eyðmýgd av vaktunum í ár, skrivar Kim Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald