Meistarin Kim Hansen fer at hjúkla um okkara oyru á Okkara Voxbotn 20/21. Frálíki sangarin og tangentleikarin kann sum fáur fáa okkum at syngja, dansa og tralla og verður at hoyra leygarkvøldið 21. august í Vágsbotni.
Samstundis kunngerð Voxbotn, at Páll Finnnur Páll verður á Voxbotn leygardagin.
- Páll Finnur Páll hava mangan prógvað, at teir fáa áhoyrarafjøldir at kóka, tá teir tríva í vældámdu slagararnar. Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki og løgini hava fingið fastatøkur í føroyska tónleikahválvinum, siga fyriskipararnir.
Nógv onnur nøvn eru longu kunngjørd.
Fríggjadag m.a. Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Amina, Mold, Branco, Outlandish og The Antonelli Orchestra.
Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra, Kim Hansen og Páll Finnur Páll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald