2019-07-22 17:43
Heili 99,98 prosent av norðurkoreanum valdu í gjár Kim Jong-un sum leiðara í landinum. Valluttøkan setti eisini met, tí at áðrenn í gjár var hægsta valluttøkan 99,97 prosent.
Sambært stýrinum í landinum vóru tað bert persónar, sum arbeiða uttanlands, sum ikki tóku lut í valinum.
Tað var tó ikki nakað ivamál um at Kim Jong-un fór at verða afturvaldur. Leiðarin var einasta valevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald