Uttanlands

Kim Jong-un boðin til Russlands

Tað er russiski forsetin, Vladimir Putin, sum hevur boðið honum á fund í endanum av apríl

Kim Jong-un (Savnsmynd)

Kim Jong-un (Savnsmynd)

2019-04-18 20:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, fer til Russlands í endanum av hesum mánaðinum fyri at hitta russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Hetta verður fyrstu ferð, at teir báðir hittast.

Sambært DR er tað Putin sjálvur, sum hevur boðið Kim Jong-un til Russlands, men nær fundurin millum teir báðar verður, er enn ikki kunngjørt.

Eftir ætlan skal Putin eisini á vitjan í Kina hendan mánaðan, og tí verður gitt, at fundurin millum Putin og Kim Jong-un verður í býnum Vladivostok, sum liggur nær við markið til Kina og Norðurkorea.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder