Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur fingið ein bil frá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Bilurin er ein persónlig gáva til leiðaran, skrivar statsliga tíðindastovan í Norðurkorea, KCNA.
Sambært Reuters, kann gávan vera brot á handilsstongsulin, ið ST hevur sett í verk móti Norðurkorea – ein stongsul, sum verður stuðlaður úr russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Síðan leiðararnir í londunum hittust í september, eru bondini millum londini styrkt.
Á fundinum lovaðu leiðararnir at styrkja samstarvið á øllum økjum, nú Russland er rakt av útistongsli frá altjóða samfelagnum eftir innrásina í Ukraina í februar 2022.
Tann russiskt framleiddi bilurin varð handaður til eitt av høgtstandandi starvsfólkunum hjá Kim, hin 18. februar, verður sagt.
Systirin hjá norðurkoreanska leiðaranum hevur “høviskliga borið Russlandi tøkk Kim Jong-uns og sagt, at gávan er eitt greitt dømi um serliga vinskapin millum leiðararnar í báðum londunum”, skrivar KCNA.
Tíðindastovan nevnir ikki hvat slag av bili, talan er um, ella hvussu gávan er komin til Norðurkorea.
Kim Jong-un sigst vera sera áhugaður í bilum, og skal hava eitt stórt savn av marglætisbilum, sum helst eru smuglaðir til Norðurkorea.
Í januar upplýstu Hvítu Húsini í USA, at Norðurkorea hevur latið Russlandi rakettir at brúka í krígnum móti Ukraina.
Putin og Kim hittust í september í fjør í fjareysturpartinum av Russlandi. Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, segði tá við tíðindafólk, at tað ikki var nøkur ætlan um at skriva undir nakra avtalu undir vitjanini hjá Kim.
USA og sameindu tess mettu tá, at Russland var komið sær í trot á vápnum og granatum at brúka í krígnum, og at Putin var áhugaður í at keypa krígsútgerðina frá Norðurkorea, sum hevur eina umfatandi vápnaframleiðslu, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald