Tað var ein søgulig løta, tá Donald Trump, sum tann fyrsti sitandi amerikanski forsetin, traðkaði yvirum markið til Norðurkorea og gav norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, hondina.
Les eisini: Fyrsti sitandi amerikanski forsetin at vitja Norðurkorea
Og nú er ein mynd av júst hesari løtuni komin upp á veggin í Hvítu Húsunum, í einum parti av bygninginum, sum verður nevnt West Wing, har skrivstovan hjá forsetanum eisini er.
Sambært Politiken, var tað eitt tíðindafólk, sum legði merki til hesa myndina mándagin.
Á myndini hyggja teir báðir, Trump og Kim Jong-un, niður, meðan teir standa á avvápnaða økinum, sum skilur Norður- og Suðurkorea at.
Sambært Trump, var tað ein stórur heiður at sleppa at standa á norðurkoreanskari jørð, og herfyri greiddi hann frá, at norðurkoreanski leiðarin fegnaðist um vitjanina hjá honum.
- Eg hevði aldrin roknað við at sæð teg her, skal norðurkoreanski leiðarin eitast at hava sagt við Trump gjøgnum ein tulk.
Hetta var triðju ferð, teir hittust, og kom hetta í lag í síðstu løtu, og vardi hesin fundurin minni enn ein tíma.
Tað var meðan Trump var á G20 toppfundi í Japan, at hann brádliga fekk hugskotið um at hitta Kim Jong-un aftur, nú hann kortini var nær við.
- Tað verður rættiliga stutt. Faktiskt bara eitt lógvatak, men tað er í lagi. Eitt lógvatak hevur nógv at siga, segði amerikanski forsetin sambært fleiri miðlum.
Á fundinum bjóðaði Trump Kim Jong-un at vitja seg í Hvítu Húsunum.
Umframt myndina av Trump og Kim-Jong-un eru tríggjar aðrar myndir komnar upp á veggin í Hvítu Húsunum.
Ein mynd er frá juni mánaða, tá Trump var í Bretlandi. Á myndini stendur hann saman við Elizabeth drotning og Charles prinsi.
Ein onnur mynd er av Trump saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron, og á fjórðu myndini sær mann Trump saman við hermonnum á avvápnaða økinum millum Norður- og Suðurkorea.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald