Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, fer ein av komandi døgunum til Russlands, har hann skal hava samrøður við Russlands forseta, Vladimir Putin.
Tað boðar almenna norðurkoreanska tíðindastovan, KCNA, frá í dag, sambært Reuters.
Fundurin er ikki dagsettur enn, men sambært KCNA verður hetta skjótt.
- Kim fer í næstum til Russlands at vitja eftir innbjóðing frá Putin. Teir fara at hava samrøður undir vitjanini, skrivar tíðindastovan.
Undan páskum boðaði russiska forsetaskrivstovan í Kreml frá, at Kim Jong-un fer at vitja Rusland ”síðst í apríl”.
Enn er óvist hvar í Russlandi fundurin teirra millum verður hildin.
Men fleiri miðlar nevna havnabýin Vladivostok, sum ein møguleika, tí hann liggur nærhendis Norðurkorea og Kina, sum Putin eisini skal vitja seinni í apríl.
Høvuðsráðgevin hjá Kim Jong-un, Kim Chang-son, var, sambært suðurkoreansku tíðindastovuni Yonhap, sæddur í Vladivostok páskadag.
Eisini miðilin NK News, sum bert skrivar um Norðurkorea, legði í gjár myndir út á heimasíðu sína, sum vísti arbeiðsfólk, sum settu russisk og norðurkoreansk fløgg upp á einum universiteti í Vladivostok.
Sambært AFP verður fundurin í morgin ella hósdagin. Hetta verður fyrstu ferð, at hesir báðir statsleiðararnir hittast.
Í februar hitti Kim Jong-un amerikanska forsetan, Donald Trump, í Hanoi í Vietnam. Tað var annar fundurin teirramillum. Fleiri eygleiðarar meta fundin vera miseydnaðan, tí einki konkret kom burturúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald