Kim Jong-un hevur í dag ferðast gjøgnum russiska landslagið í einum skotsikraðum toki. Leiðin gongur til havnabýin, Vladivostok, har samráðingarnar við russiska rískisforsetan, Vladimir Putin, skulu fara fram.
Samráðingarnar í Vladivostok, koma í fyrstu syftu at snúgva seg um møguleikan hjá Russlandi at keypa vápn úr Norður Korea. Hetta skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio,
Amerikanarir eru sera ørkymlaðir um samráðingarnar, sum fara fram í Russlandi nú. Teir óttast ikki bara um vápnini, sum russar fáa frá norðkoreanarum, men eisini um ta vitan, sum norðurkoreanar kunnu fáa frá hesum.
Hetta er ymisk vitan innan tøkni, sum norðkoreanar kunnu nýta, fyri at eitt nú styrkja um herin, sigur serfrøðingur við dr.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald