Innanlands

Kim Kielsen fær stuðul frá valfeløgunum

Eydnaðist ikki ónøgdu tinglimunum at fáa formannin frá á hesum sinni

Kim Kielsen, her í mynstrutari troyggju við Leynavatn í sambandi við ríkisfund í Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kim Kielsen, her í mynstrutari troyggju við Leynavatn í sambandi við ríkisfund í Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-26 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú greitt, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur stuðul í egna flokki sínum, Siumut, at halda fram sum landsformaður.

Eftir at ein meiriluti í tingbólkinum hjá Siumut og eitt av landsstýrisfólkunum hava víst formanninum misálit, hevur spurningurin nú verið til viðgerðar í teimum 60 veljarafeløgunum hjá Siumut kring landið.

Í dag varð tað so kunngjørt, at 40 av veljarafeløgunum hava svarað aftur, og at 34 av teimum hava víst sitandi formanni sín stuðul.

Sostatt kundi landsnevndin hjá flokkinum í dag staðfesta, at tað er grundarlag fyri, at Kim Kielsen kann halda fram sum formaður í flokkinum, segði Karl-Kristian Kruse, næstformaður í flokkinum eftir fundin í dag..

Álitisváttanin merkir sjálvsagt eisini, at Kim Kielsen kann halda fram sum landsstýrisformaður.

Hvat nú hendir í tingbólkinum er ógreitt. Ein meiriluti á seks út av 10 tinglimum umframt landsstýrismaðurin Erik Jansen reistu misálit móti formanninum. Málið snýr seg um, at Kim Kielsen eitt nú ikki skal hava hildin givin lyfti viðvíkjandi kvotum á fiski- og hvalaveiði, skrivar KNR.

Kim Kielsen hevur áður boðað frá, at hann gevst sum formaður í Siumut á landsfundinum hjá flokkinum næsta summar. Enn hevur ongin bjóða seg fram sum nýggjur formaður í Siumut.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder