Innanlands

Kim Kielsen heldur fram við minnilutastjórn

Ongi nýggj landsstýrisfólk sett

Kim Kielsen (Savnsmynd)

Kim Kielsen (Savnsmynd)

2021-02-08 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Siumut og Nunatta Qitor halda fram sum minnilutastjórn eftir at flokkurin Demokraterne hava tikið seg úr landsstýrissamstarvinum í Grønlandi.

Tað upplýstu Kim Kielsen og Vittus Qujaukitsoq á tíðindafundi fyri løtu síðani. Hann segði eisini, at ongar ætlanir eru um at skriva út nýval, nú landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur mist meirilutan í landstinginum.

Demokratarnir boðaðu fyrr í dag frá, at flokkurin ikki kann halda fram við samstarvinum við Siumut orsaka av spjaðingini, sum er í flokkinum eftir at Kim Kielsen hevur mist formansskapin til Erik Jensen, men framvegis er landsstýrisformaður.

Les eisini: Landsstýriskreppa í Grønlandi 

Sum skilst, eru Demokratarnir ikki samdir við nýggju linjuna hjá Siumut eftir at Erik Jensen er blivin formaður.

Á tíðinadfundinum í Nuuk í dag boðaðu Kim Kielsen og Vittus Qujaukitsoq frá, at flokkarnir halda fram, tí tað ikki tykist vera meiriluti fyri at skipa eina aðra samgongu.

Demokratarnir boðaðu fyrr í dag frá, at flokkurin ikki er stuðulsflokkur hjá landsstýrinum, og ætlar at føra samráðingar um hvørt málið sær.

Við tað at Demokratarnir hava seks limir í landstinginum, so hevur sitandi landsstýri, Naalakkersuisut, bert 10 tingsessir aftan fyri seg, meðan andstøðan – tað eru IA, Parti Naleraq, Atassut og Suleqatigiissitsisut 15 tinglimir.

Ongar ætlanir eru um at seta nýggj landsstýrisfólk.

Málsøkið vinnulív og ráðevni verður yvirtikið av Vittus Qujaukitsoq , Marta Abelsen tekur yvir heilsumál og Kim Kielsen sjálvur tekur uttanríkis- og orkuøkið.

Hini landsstýrisfólkini halda fram óbroytt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder