Innanlands

Kim Kielsen vitjar Føroyar næstu dagarnar

Grønlendski landsstýrisformaðurin kemur til landið í morgin og verður verandi til leygardagin seinnapartin. Kim Kielsen skal á fund við løgmann og skal millum annað vitja á flogvøllinum og hjá Vónini

Kim Kielsen, her saman við Akseli Johannsen og Lars Løkke Rasmussen undir ríkisfundi í Føroyum. Nú er tað Bárður á Steig Nielsen, ið verður vertur hjá Kielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kim Kielsen, her saman við Akseli Johannsen og Lars Løkke Rasmussen undir ríkisfundi í Føroyum. Nú er tað Bárður á Steig Nielsen, ið verður vertur hjá Kielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-04 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgmansskrivstovan boðar frá, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, kemur á arbeiðsvitjan í Føroyum hósdagin 5. desember. Løgmaður verður vertur fyri vitjanini, ið byrjar seinnapartin í morgin. Kielsen steðgar eina løtu á flogvøllinum, tí hann fer at fáa kunning um viðurskiftini hjá Vága floghavn og Atlantic Airways áðrenn leiðin gongdur til Havnar. Har verður fundur við Bárð á Steig Nielsen í Tinganesi. Partarnir fara at viðgera samstarv landanna millum og felags áhugamál, og aftaná fundin fáa fjølmiðlafólk høvið at hitta stjórnarleiðararnar.

Fríggjadagin verður vitjað á brennistøðini á Hjalla og hjá Vónini. Leygardagin vitjar grønlendski stjórnarleiðarin Oilwind, og grønlendska fylgið fer av landinum aftur leygardagin seinnapart.

Bárður á Steig Nielsen sigur soleiðis um vitjanina:  

"Vitjanin hjá Kim Kielsen er eitt gott høvi hjá Føroyum og Grønlandi at styrkja sambandið og at menna samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyar og Grønland hava søgulig bond og fleiri viðkomandi mál at umrøða. Heimurin er broyttur nógv seinnu árini, har fleiri lond hava áhuga í okkara parti av heiminum. Góð viðurskifti landanna millum hevur tí stóran týdning,”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder